Høgni Egilstoft Nielsen er favorittur í Landsliðsbólkinum, tá ið telva verður um føroyameistaraheitið á Skúlatrøð í Klaksvík komandi vikuna. Í alt 44 telvarar far at telva í FM-kapping fyri einstaklingar.
Serligur spenningur er í Landsliðsbólkinum, sum telur átta telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen hevur hægsta styrkital upp á 2374 og verður mettur at vera fremstur í kappingini,og Lutjen Akselsson verður at vera størsti kappingarneytin við styrkitali á 2326.
Hans Kristian Simonsen, sum á sinni vann á Kasparov í simultantalvi í 2001, kemur næst við styrkitalinum 2136. Hóast hansara úrslit hava verið eitt sindur ójøvn, er hann ein av teimum, ið kann blanda seg í toppstríðið.
Unglingurin Elias Petersen, við styrkitalinum 2043, hevur ment seg nógv seinastu árini, og veteranurin Haldur Suni Johansen hevur haft eitt gott kappingarár við javnleikum móti sterkum telvarum. Báðir hava møguleikan at skapa óvæntað úrslit. Aftanfyri koma Heðin Gregersen við 2000 ratingstigum, Wille Olsen við 1965 og Petur Gardar Magnussen við 1862.
Fleiri av góðu telvarunum eru ikki við, teirra millum stórmeistarin Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilsson Nielsen.
Kappingin verður telvað til og við langafríggjadag. Í dag, sunnudagin, hósdagin og fríggjadagin byrjar telvingin klokkan 14:00, meðan hon mánadag, týsdag og mikudag byrjar klokkan 17:00.
Øll eru vælkomin at støkka inn á Skúlatrøð at fylgja við í spenninginum.