Sandavágsmaðurin, Høgni Egilstoft Nielsen, er føroyameistari í talvi fyri fimtu ferð. Avgerandi talvi í dag móti Luitjen Akselsson Apol endaði við remis, og tað var nóg mikið fyri Høgna at gerast føroyameistari.
Talvið var sera spennandi, og eina løtu hevði Luitjen Akselsson Apol ein lítlan fyrimun, men við sínum royndum, megnaði Høgni at standa í móti, og endin var, at teir báðir samdust um remis.
Øll talvini í 7. umfari í landsliðsbólkinum endaðu við remis ella javnleiki.
Úrslti í 7. umfari
Rtg | Hvítt | Úrslit | Svart | Rtg |
---|---|---|---|---|
2374 | IM Høgni Egilstoft Nielsen | 1 – 0 | Heðin Gregersen | 2000 |
2029 | Haldur Suni Johansen | 0 – 1 | Elias Petersen | 2043 |
1862 | Petur Gardar Magnussen | 1 – 0 | Wille Olsen | 1965 |
2136 | FM Hans Kristian Simonsen | 0 – 1 | FM Luitjen Akselsson Apol | 2326 |
Endalig stigatalva í landsliðsbólkinum
EloI | Stig | TB1 | ||
---|---|---|---|---|
1 | IM Høgni Egilstoft Nielsen | 2374 | 6,5 | 18,50 |
2 | FM Luitjen Akselsson Apol | 2326 | 6 | 17,75 |
3 | Elias Petersen | 2043 | 4,5 | 9,50 |
4 | Petur Gardar Magnussen | 1862 | 3 | 6,50 |
5 | FM Hans Kristian Simonsen | 2136 | 3 | 6,25 |
6 | Wille Olsen | 1965 | 2 | 6,00 |
7 | Haldur Suni Johansen | 2029 | 1,5 | 3,25 |
7 | Heðin Gregersen | 2000 | 1,5 | 3,25 |