Høgni framvegis fult stigatal

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Triðja umfar í FM í talvi varð telvað á Skúlatrøð í Klaksvík í kvøld.

Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægst styrkistal, vann aftur í kvøld og er fremstur í landsliðsbólkinum við fullum stigatali. Hann vann á Peturi Gardar Magnussen.

Nærmasti kappingarneytin hjá Høgna, verandi føroyameistari, Luitjen Akselsson Apol, vann eisini á Heðini Gregersen. Luitjen er hálvt stig aftanfyri Høgna.

Á triðja plássið er 17 ára gamli Elias Petersen við tveimum stigum. Hann vann í kvøld móti Willa Olsen.

Fyrrverandi føroyameistarin Hans Kristian Simonsen og Haldur Suni Johansen telvdu remis.


3. umfar úrslti

Styrki.HvíturÚrslitSvarturStyrki.
1862Petur Gardar Magnussen0 – 1IM Høgni Egilstoft Nielsen2374
2136FM Hans Kristian Simonsen½ – ½Haldur Suni Johansen2029
2326FM Luitjen Akselsson Apol1 – 0Heðin Gregersen2000
1965Wille Olsen0 – 1Elias Petersen2043

Støðan eftir 3 umfør

HeitiEloIStig
1IM Høgni Egilstoft Nielsen23743
2FM Luitjen Akselsson Apol23262,5
3Elias Petersen20432
4Petur Gardar Magnussen18621,5
4FM Hans Kristian Simonsen21361,5
6Wille Olsen19650,5
7Haldur Suni Johansen20290,5
7Heðin Gregersen20000,5