Høgni vinnur alt!

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Høgni Egilstoft vann aftur eitt sannførandi talv í gjár í FM-kappingini í landsliðsbólkinum.

Høgni vann við hvíta fólkinum móti Elias Petersen, sum hevði fjórðhægsta styrkistalið í kappingini. Elias valdi Karokann og leingi sá talvið javnt út, men Høgni vann sær støðugt betri pláss og trýsti Elias í defensivin. Við strategiskum leikjum eydnaðist tað honum at undirminera finnustøðuna og skapa tvær frífinnur, sum endaðu við at støðan hjá Eliasi kollapsaði í dagsins longsta talvi.

Luitjen Akselsson Apol vann eisini í góðum stíli við svarta fólkinum móti Halduri Suna Johansen. Byrjanin var ein Najdorf í sissilionskum, og leingi var støðan jøvn. Men í miðspælinum misti Haldur eina finnu, og síðan kom ein maður at hanga, sum førdi til tap.

Hans Kristian Simonsen kom upp á triðja pláss við sigri móti Petur Gardar Magnussen, sum gjørdi ein avgerandi feil í 34. leiki. Hans Kristian smekkaði rókin á d8, og bindingin var drepandi.

Heðin Gregersen og Wille Olsen telvaðu ein fransmann, sum var javnt talv allan vegin og endaði við remis.

Eftir fjórða umfar hevur Høgni Egilstoft fult stigatal við fýra stigum. Beint aftanfyri liggur Luitjen við 3,5 stigum. Kappingin er farin inn í eina avgerandi fasu, og síðsta umfar langa fríggjadag kann verða eitt satt endabrak.

Støðan eftir 4. umfar:

Høgni Egilstoft – 4 stig
Luitjen Akselsson Apol – 3,5 stig
Hans Kristian Simonsen – 2,5 stig
Elias Petersen – 2 stig
Petur Gardar Magnussen – 1,5 stig
Wille Olsen – 1 stig
Heðin Gregersen – 1 stig
Haldur Suni Johansen – 0,5 stig

Í dag verður telvað á Skúlatrøð klokkan 17.00. Almenningurin er vælkomin á gátt.