Síðsti dansurin hjá Eli
Herfyri fingu vit tey gleðiligu tíðindini, at Eli Falkvard Nielsen var klárur til eitt tørn afturat á besta liðnum. Hann hevur leingi drigist við skaða, men loksins er hann klárur aftur. Og týdningurin av at fáa ein so royndan B36’ara aftur á liðið kann ikki yvirmetast.
Saman við Eli fara vit at práta um kappingarárið, sum júst er byrjað. Men vit fara eisini at líta at ymsum hendingum á leiðini, ígjøgnum tey meira enn 10 árini hann hevur verið ein partur av okkara besta liði.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.