Í B36 Varpinum hósdagin klokkan 16 fáa vit vitjan úr FSF, tá Kristin Dam Ziska, aðalskrivari, kemur á gátt.
Saman fara vit at seta fokus hjá uppgávurnar hjá fótbóltssambandinum í føroyskum fótbólti eins og í altjóða samstarvi. Vit fara eisini at práta um leikaramenning, um kapping og samstarv í føroyskum fótbólti og um leiklutin hjá FSF í hesum sambandi. Somuleiðis fara vit at brúka eitt sindur av tíð uppá at tosa um tann fíggjarliga partin av fótbóltinum, ið ofta verður gloymdur í tí nógva prátinum um, hvat fyriferst á vøllinum. Endaspælið um europameistaraheitið hjá U17 gentum verður í næsta mánaði, og vit fara eisini at gera eitt sindur burturúr hesum stóra tiltakinum.
B36 Varpið er at hoyra hósdag klokkan 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld klokkan 23 og sunnudagin klokkan 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.