Hoyvíkingar vóru betri enn vestmenningar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin menn, 1. hálvfinala av trimum
H71 – VÍF 29-25 (16-13)

Fyrri hálvleikur var leingi nokk so javnur. VÍF byrjaði kanska betri. Mladen Mjerimacka tók nøkur skot, meðan Tóraldur Kollsker brúkti eina løtu, áðrenn hann fór at bjarga í málinum.

Hjá VÍF var tað serliga langskotini hjá Dánjali Ragnarsyni og strikuspæl inn til Kristian Jensen, sum riggaði væl, og ein løtu kom VÍF fram um við tveimum málum.

Um miðjan seinna hálvleik kom Høgni Heinason inn, og hann gjørdi veruligan mun. Hesin stillføri leikaran brúkar bara orku upp á spæla hondbólt, einki við at brúka kjaft ella skelda. Bóltaeyga er av tí besta, og standandi undirhondsskotini fara sum oftast í málið. Hann skoraði 6 mál tað lítla korterið hann spældi í fyrra hálvleiki.

Í hálvleikinum førdi H71 16-13, og tað var í tráð við leikgongdina.

VÍF byrjaði seinna hálvleik betri. Teir sóu út til at hava tosað um, hvussu Høgni Heinason skuldi steðgast, og í álopinum høgdi Dánjal nøkur skot í málið.

VÍF fekk tó ongantíð ordiliga glið á spælið, og alt ov nógv hekk á herðunum á Dánjali. Álopið stirnaði skjótt í seinna hálvleiki, og tekniskir feilir snýktu seg eisini inn í spælið.

H71 fótaði sær tí skjótt aftur og helt seg alla tíðina frammanfyri. Serliga riggaði strikuspælið hjá H71 væl, sama um Helgi Hoydal ella Sakaris Sakarisson vóru á strikuni, og teir hamraðu bóltarnar trygt í málið sum oftast dygst undir yvirleggjaran.

Tá ið 20 minutttir vóru spældir var 24-20 til H71, og VÍF hevði einki at svara aftur við.

H71 vann uppiborið 29-25. Hjá H71 vóru fleiri leikarar sum raktu dagin, og málverjarnir vóru sum heild betri enn teir hjá VÍF. Hjá vestmenningum var ikki nógv, sum riggaði. Dánjal Ragnarsson spældi, sum nevnt ein góðan dyst, men har var eingin annar leikarari, uttan kanska Filip Jojic, fekk tað at rigga í kvøld.

Fyri H71 skoraði Høgni Heinason 8 mál, meðan Dánjal Ragnarsson skoraði 7 mál fyri VÍF.

Onnur hálvfinalan verður spæld í høllini í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.00.