HR í Føroyum skipað nýggja nevnd á aðalfundi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HR í Føroyum hevði ársaðalfund á Hotel Brandan í gjárkvøldið. Nevndin hevur nú skipað seg av nýggjum eftir fundin.

Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali: Rasmus Nolsøe, Sonny Joensen, Guðrun Poulsen og Beinta Wilhelm. Rasmus og Sonny tóku við afturvali, meðan Guðrun og Beinta takkaðu fyri seg. Í teirra stað vórðu Rannvá Justinussen og Hanna Nónstein valdar inn í nevndina.

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

  • Rasmus Nolsøe, formaður
  • Alexandra á Dul, næstforkvinna
  • Bára Gásadal, kassameistari
  • Sonny Joensen, skrivari
  • Rannvá Justinussen, nevndarlimur
  • Hanna Nónstein, nevndarlimur

HR stendur fyri fyri Human resources, sum kann umsetast til starvsfólkatilfeingi.

HR í Føroyum er eitt áhugafelag, ið røkir áhugamálini hjá HR-leiðarum, ráðgevum og øðrum, sum starvast innan HR. Felagið arbeiðir fyri at varpa ljós á nútímans og munadygt HR-arbeiði í Føroyum og skapar eitt forum fyri fakligt samskifti og íblástur.