Um hálvan mai verður væntandi koyrandi eftir nýggja innkoyringarvegnum omanfyri Hoyvík og víðari gjøgnum nýggja Húsareynstunnilin út í Marknagil í Havn. Tað sigur Jón Sigurðsson, stóri í Articon, sum stendur fyri arbeiðnum.
Arbeiðið er um at vera liðugt, og tað sum manglar er asfaltsarbeiðið og el-arbeiðið í sjálvum tunlinum. Váti veturin hevur tarnað asfaltarbeiðinum nakað, men seinastu tíðina er gongd komin á at asfaltera.
Gongst sum ætlað verður vegurin latin Tórshavnar kommunu hálvan mai, og tá verður munandi skjótari at koyra frá Eysturoyartunlinum og Hoyvík út til vestasta partin av Havnini og víðari út á Argir og eisini suður til Sandoyar, og umvent.
Fyrsti partur av innkoyringarvegnum frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin niðan til høllina við Tjarnir lat upp fyrr í ár, tá ið høllin var tikin í brúk.
