Magna Eliana Mørkøre, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr partakvinnuna Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um tannrøkt og tannviðgerð til eldri og avlamin.
Í skrivligum fyrispurningi spyr hon, hvussu gongst við arbeiðinum at kanna tørvin hjá hesum bólki, og um ætlanir eru at koma við lógartryggjaðum tilboði sum í grannalondunum.
Magna Eliana Mørkøre sigur seinast í viðmerkingunum til spurningin:
– Mítt ynski við hesum fyrispurningi er at fáa greiðu á, um arbeiðið við at tryggja tannrøkt til hesar bólkar er sett í gongd, og um ikki, hvør orsøkin til drálið er.
Magna Eliana Mørkøre vísir á, at Tannlæknafelagið hevur upplýst, at talið á borgarum, sum ikki fáa tannrøkt, er vaksandi, og at orsøkinar eru fleiri. Millum annað hava fólk við avlamni trupulleikar við at sleppa til tannlæknastovu, og borgarar við demensi hava torført við at samskifta við tannlæknar. Samstundis hækkar livialdurin í Føroyum, og tørvurin á serligari tannviðgerð veksur.
Hon nevnir eisini, at í Danmark hava kommunurnar síðan 1994 veitt umsorganartannrøkt til hesar borgarar sum part av eini lógartryggjaðari skipan.
Í mai 2023 svaraði táverandi landsstýriskvinnan, Margit Stórá, líknandi fyrispurningi frá Anniku Olsen, at hon var sinnað at hyggja nærri at hesum bólki. Hon vísti tó á, at eitt tilmæli um, hvussu børn og ung við serligum sjúkueyðkennum ella tannsjúkum kunnu loftast, skuldi vera liðugt fyrst.