,

Hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, spyr í tveimum spurningum til landsstýrismenninar, Eirik í Jákupsstovu, mentamálaráðharra, og Djóna N. Joensen, útbúgvingarmálaráðharra, spurningar um, hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt á økjum teirra.

Í viðmerkingunum vísir Hanna Jensen á, at týðing er avgerandi fyri smærri málsamfeløg, sum eitt nú Føroyar fyri at fáa dygdargott og áhugavert lesi- og undirvísingartilfar.

Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2025 varð spurt, hvussu fíggingin til týðing verður skipað, og hvørt nóg mikið verður týtt til føroyskt.

Hanna vísir eisini á, at eitt annað evni er tørvurin á eini týðaraútbúgving á Fróðskaparsetrinum, sum skal stimbra týðing innan útbúgvingarøkið og stuðla føroyskum bókmentum.

Føroyskt mál er undir trýsti, og tí er neyðugt at arbeiða á fleiri mótum samstundis fyri at styrkja støðuna hjá føroyskum máli, sigur Hanna Jensen.