Innflutningurin av fiski og fiskaúrdráttum til virkingar er minkaður munandi í seinasta uppgerðarárinum, frá mars 2024 til februar 2025. Tað vísa nýggjastu innflutningshagtølini frá Hagstovuni.
Í tíðarskeiðnum varð innflutt fyri 10,2 milliardir krónur, sum eru 923 milliónir krónur, ella góð 8 prosent, minni enn undanfarna skeið.
Minni er innflutt av rávøru til fiskavirki, serliga í bólkunum „matvørur og livandi djór“ og „ráevni til framleiðslu uttan brennievni“. Somuleiðis er innflutningurin minkaður av brennievni, skipum og akførum. Innflutningurin av olju og øðrum brennievnum er minkaður við 232 milliónum krónum, og skyldast tað bæða lægri prísum og minni nøgd.
Nógv størsti parturn av influtninginum kemur úr Evropa. Innflutningurin úr ES er aftur á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksandi. Tað er millum annað orsaka av, at oljuinnflutningurin nú kemur úr Noregi í staðin fyri Niðurlondum.
Innflutningurin úr Norðuramerika er serliga minkaður av lægri innflutningi av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Enn metur Hagstovan tó ikki, at nakað bendir á, at innflutningurin úr USA er ávirkaður av politisku umstøðunum har yviri.