Meðan fólk í túsundatali vitjaðu høllina við Tjarnir í gjár, róðu føroyskir innrógvarar kapp um HM í einum av mongu rúmunum í høllini. Hetta vikuskiftið verður róð á 500 metra teininum, meðan innirógvararnir í næstu viku fara at rógva 2000 metrar við Gøtugjógv.
Fýra rógvarar megnaðu at rógva seg víðari til hálvfinalurnar á 500 metrum. Hálvfinalurnar verða í dag klokkan 16.00. Finalurnar verða seinni í kvøld.
Tey, sum eru í hálvfinaluni er hesi:
- Sarita H. Hansen: kvinnur (23 ár – 39 ár) (lættvekt)
- Jóhanna av Steinum: kvinnur( 40 ár-44 ár)
- Vár G. Hansen: kvinnur (23 ár – 39 ár)
- Mattias Durhuus: menn (19 ár – 20 ár)