Eftir mánaðir við bardøgum hava Ísrael og Hamas gjørt avtalu um vápnahvíld, sum byrjar sunnudagin 19. januar og varar í seks vikur. Túsundatals fólk fagnaðu í gjárkvøldi tíðindunum, og fólk í Ísrael og Gaza fóru út á gøturnar.
Katar, USA og Egyptaland hava í fleiri mánaðir roynt at forhandla ein fríðaravtalu upp á pláss. Bæði fráfarandi forsetin í USA, Joe Biden, og Donald Trump, hava havt týðandi leiklut í samráðingunum seinastu dagarnar.
Ísrael skal stigvíst taka seg aftur úr Gaza, og 600 lastbilar við neyðhjálp sleppa dagliga inn í Gaza. Hamas letur leysar 33 gíslar, og Ísrael letur leysar 30 fangar fyri hvønn gísla, umframt allar kvinnur og menn undir 19 ár.
Forsætisráðharrin í Katar, Mohammed bin Abdulrahman bin Jassim al-Thani sigur, at smálutirnir í friðaravtaluni enn verða viðgjørdir, men stjórnarleiðarar hava vónir um, at vápnahvíldin kann leggja grundarlagið fyri varandi friði.
Sjálvt um Ísrael enn ikki formelt hevur váttað avtaluna, er væntað, at hon verður góðkend komandi dagarnar.