Rok var í gjárkvøldi við Finsen í Havn, tá ið vinafelagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri einum tiltaki við gestum úr Ísrael.
Felagið Samhugi við Palestina mótmæli uttanfyri. Tað gjørdist nokk so ófriðarligt, og ein persónur fór inn í bygningin og stjól eitt ísraelskt flagg.
Mótmælið varð ikki fráboðað løgregluni áðrenn, sum vanliga er siður, tó at tað ikki er lógarkrav.
Løgreglan arbeiðir nú við málinum sum eitt stuldursmál og leita eftir persónum, sum vita nakað.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur seg vera sera skuffaðan um støðuna, tí mótmæli eiga at virða grundlógartryggjaða rættin og haldast friðarlig.
Felagið Samhugi við Palestina sigur á Facebook um tiltakið:
– Vit mótmæla, at umboð fyri ísraelska herin (sum er undir ákæru fyri at fremja fólkamorð) og umboð fyri ólógligum búsetingum í Palestina og Sýria, verða boðin til Føroya!
Flaggið er enn ikki afturfunnið.
(Mynd: Samhugi við Palestina)