Fjallaklintrarin Jens Jákup Hansen setti fyrr í vikuni kós móti Nepal, har hann fer at royna at koma upp á fjøllini Island Peak og Ama Dablam í 6.812 metra hædd.
Eftir eina góðsliga móttøku í Kathmandu, har Jens Jákup fekk ein krans um hálsin, møtti hann á gistingarhúsinum nøkrum klintrarum, sum høvdu verið á einum av heimsins vandamiklastu tindum, Annapurna, og tá føldi miðvingurin seg ikki serliga royndan, skrivar hann á Facebook.
Jens Jákup Hansen er komin í toymið við klintrarum úr Iran, Libanon, Kanada og USA.
Tey flugu fyrst við tyrlu til Lukla í 2.860 metra hædd. Síðan hava tey gingið til Phakding í 2.610 metra hædd. Dagin eftir gekk leiðin víðari til Namche Bazar í 3.440 metra hædd. Alt hetta er fyri at venja kroppin við høgu hæddirar.
Í dag var ætlanin at síggja stórbær fjøll sum Everest, Ama Dablam og Lhotse frá Everest View Point í 3.880 metra hædd, men tung skýggj fjaldu tindarnar.
Í morgin fara Jens Jákup og hinir fjallaklintrararnir til gongu til næsta steðgistað, Debuche í 3.820 metra hædd. Túrurin fer at varða í ein mánað.
