Í dag klokkan tólv byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setur starvsstevnuna.
Í ár eru samanlagt 77 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar við, og áhugin fyri at tekna til hjá teim vitjandi hevur verið metstórur.
Dyrnar lata upp klokkan 12.00, og setanin verður klokkan 12.10. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, sum endar klokkan 17.00 við tónleiki frá Jazzygold.
Áhugað kunnu lesa skránna á jobmatch.fo. Á Jobmatch eru eisini eisini fyrilestrar.