Kalt um ársskiftið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag er fagrasta kavaveður, og Veðurstova Føroya sigur eisini frá kulda komandi dagarnar.


Veðurstovan sigur soleiðis um veðrið um ársskiftið:

Kalt vindrák av norðuri rekur ímóti Føroyum, ímeðan ein hátrýstryggur fer inn yvir oyggjarnar av útnyrðingi. Samstundis dýpist eitt lágtrýst vestan fyri Írland og fer í ein landnyrðing, seinni í ein eystan. Alla vikuna fer lágtrýstøki at liggja yvir Skandinavia, ímeðan eitt hátrýst úr Kappanum væntandi fer at ferðast spakuliga í ein eystan og viðhvørt standa í stað. Hetta fer væntandi at hava við sær liggjandi høgætt yvir Føroyum alla vikuna við kavaælum.

Forsøgn galdandi til týsmorgun

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, smá ella hálvskýggjað og okkurt kavaælið. Í kvøld minkar hann vindin niður í lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Út á náttina veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hitin um dagin úr frostmarkinum og niður í -4 stig, í nátt niður í -8 stig í støðum.

Týsdagur

Fyrst frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi til hvassan vind ella í støðum skrið, 10 til 18 m/s. Skýggjað og kavaæl. Út á kvøldið frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, og færri kavaæl. Hitin alt samdøgrið -4 stig upp í 1 hitastig.

Mikudagur

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin -2 til 2 stig.

Hósdagur

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, stundum strúkur í vindi, 13 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl, hitin -2 til 2 stig.

Fríggjadagur

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft við kavaælum, hitin úr frostmarkinum niður í -4 stig.

Leygardagur

Lot til frískt lot millum útnyrðing og landnyrðing, 3 til 8 m/s, skýggjað og kavi. Hitin úr frostmarkinum niður í -4 stig.


Myndin er frá nýggjársbálinum hjá eigarafelagnum á Hoyvíkshædd gamlaárskvøld 2022