Kendur norskur rennari vitnar móti kenda pápanum í rættarmáli um harðskap

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Olympiski meistarin á 5000 metrum og maðurin við hemsmetinum í 3000 metra renning, 24 ára gamli Jakob Ingebrigtsen, skal hesa vikuna vitna móti pápa sínum, Gjert Ingebrigtsen, í einum rættarmáli, ið snýr seg um harðskap í familjuni.

Ingebrigtsenfamiljan er ein av kendastu ítróttarfamiljum í Noregi, og pápin Gjert vandi teir tríggir brøðurnir, Henrik, Filip og Jakob fram til 2022. Jakob er í dag millum allar fremstu miðteinarennarar í heiminum.

Frá 2016-2021 var familjan partur at reality sendingini Team Ingebrigtsen í norska ríkissjónvarprinum, NRK.

Í 2022 brutu teir tríggir brøðurnar alt samband við pápan, sum síðan hevur verið venjari hjá øðrum kendum norskum rennarum, sum nú kappast við Jakob.

Málið hevur hevur sera stóran almannan áhuga í Noregi, tí Gjert Ingebrigtsen er ákærdur fyri kropsligan og sálarligan ágang móti tveimum av sínum sjey børnum, Jakob og eini yngri systir.

Gjert Ingebrigtsen, sum í nógv ár var venjari hjá synunum, skal hava brúkt bæði sálarligan og kropsligan harðskap sum part av uppalingini. Eitt nú er hann ákærdur fyri at hava hótt Jakob og sligið hann í høvdið.

Systkini hjá Jakob Ingebrigtsen hava eisini greitt frá einum strongum og harðligum uppvøkstri. Gjert Ingebrigtsen sjálvur noktar seg sekan, tó at hann viðgongur, at venjingarhátturin hjá honum hevur verið strangur, men ikki ólógligur. Hann viðgongur tó at hava gjørt mistøk.

Rættarmálið verður viðgjørt í Sandnes. Øll sjey børnini hjá Gjert Ingebrigtsen vitna í málinum, og fleiri onnur vitni, millum annað kappingarneytar og ítróttafólk, eru eisini boðsend at vitna.

Rættarmálið er fyri opnum hurðum, og pressan hevur fingið pláss at fylgja við gongdini. Rættarmálið varðar einar seks vikur, og ein niðurstøða í rættarmálinum er væntandi í juni, tá ið kappingarárið í frælsum ítrótti er komið veruliga í gongd.


Í fjør gjørdi Amazon Prime ein sjónarpsrøð í seks pørtum, Born to run, sum fylgir teimum trimum brøðrunum í veningini fram móti olympisku leikunum, tá ið Jakob vann gull á 5000 metrum.