KÍ flestar leikarar í kvinnulandsliðhópinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Pætur Smith Clementsen landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Gibraltar, sum vera á Tórsvølli 4. og 8. apríl.

Av teimum 20, ið eru boðsendar hesaferð, er bert ein broyting í mun til seinastu úttøku. Málverjin Eyðgerð Berg úr Víkingi er komin í hópin og Valborg Østerø er ikki úttikin hesaferð. Átta av leikarunum koma úr KÍ.

Hópurin

Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Eyðgerð Berg, Víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Hoydal, AaB (Danmark)

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 110, Moldova nummar 129, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.