Sum liður í at betra tænastuna, hevur Føroya Banki við góðari hjálp frá máltøknideplum í Føroyum ment ein kjattbott, nevndur Vita.
Vita er sambært Føroya Banka fyrsti kjattbottur í Føroyum, sum bæði skrivar og skilir føroyskt. Vita er tøk í netbankanum og á heimasíðuni hjá bankanum og svarar spurningum um bankavirksemi allan dagin, eisini uttanfyri vanligar upplatingartíðir.
Við dygdargóðum svarum kann Vita hjálpa við at finna pin-kotur, gera flytingar og svara um rentur og gjaldskort. Hon vísir eisini til rættar upplýsingar á heimasíðuni hjá bankanum.
Starvsfólk í bankanum hava í samstarvi við máltøknideplar í Føroyum og Íslandi ment tøknina. Dátur frá Føroyska Bendingargrunninum eru eisini brúktar til at leggja føroyska málið í Vitu.
Privatkundastjórin Silja á Borg Færø sigur, at kjattbotturin er ein liður í størri talgilding hjá bankanum, sum skal gera fíggjartænastur smidligari og ómakaleysari. Hon leggur afturat, at Vita lærir og mennist hvønn dag.