Kommunan á Tvøroyri keypir Føroya Banka

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tvøroyrar kommuna hevur keypt bygningin hjá Føroya Banka á Sjógøtu 2 á Tvøroyri, og kommunan eigur nú allan bygningin. Eitt samt býráð samtykti uppskotið frá borgarstjóranum og umsitingini, sum hava samráðst við leiðsluna hjá bankanum um bæði ein keypssáttmála og eina leiguavtalu.

Sambært avtaluni fer Føroya Banki framhaldandi at leiga hølini í 1. hædd, har bankin framvegis fer at hava sína dagligu avgreiðslu.

Kommunan ætlar at dagføra bygningin soleiðis, at hann skal hýsa fleiri kommunalum virksemi, millum annað umsiting, móttøku, kunningarsstovu og almennum bókasavni.

Umsitingin hjá kommununi hevur samskift við arkitek, ið hevur gjørt eina heildarætlan fyri bæði bygningin og økið kring hann. Henda heildarætlan verður víðarimennað og brúkt sum grundarlag fyri at skapa karmar, ið gera kommunalar tænastur meira atkomuligar bæði fyri borgarar og vitjandi.

Keypið er ein liður í ætlanini hjá Tvøroyrar kommunu at styrkja miðbýin. Kommunan arbeiðir við at menna umstøður fyri bæði almenna og privata virksemið í býnum.

(Mynd: Google Street View)