Tórshavnar kommuna ætlar at keypa gamla Kondittaríið, sum hevur staðið í hjartanum av miðbýnum síðan 1925.
Bygningurin er ein eyðkend býarmynd, men er nú í ringum standi.
Borgarstjórin, Elsa Berg, sigur, at tað er umráðandi at vit varðveita søguna, mentanina og dámin í miðbýnum.
– Við hesum tryggja vit, at hugnaligu, eldru húsini verða varðveitt, sigur Elsa Berg
Ætlanin er at endurbøta bygningin og varðveita upprunaligu skapið, eins og mønutekjuna og úthurðina.
Bygningurin skal framhaldandi vera útventur, so fólk kunnu hittast og njóta umhvørvið. Samstundis verður arbeiðið skipað við atliti til samleika og ljósviðurskifti í gøtuni.
Í 1915 keypti Frants Restorff bygningin, og í 1925 lat Kristina Restorff Kondittaríið upp á Glade Hjørn. Síðan hava óteljandi fólk gingið inn gjøgnum eyðkendu hurðina.
Tórshavnar kommuna skal gjalda 5,95 milliónir krónur fyri bygningin, íroknað neyðugar umvælingar.

Birita Wardum, Býararkitektur og deildarleiðari á býarskipanardeildini og Elsa Berg, borgarstjóri.