Kommunur fáa heimild at áseta bústaðarskyldu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú fáa kommunurnar kring landið heimild til at áseta bústaðarskyldu á hús og íbúðir í kommununi.

Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið, landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingi um bústaðarskyldu.

Men heimildin at áseta bústaðarskyldu verður bara galdandi fyri nýggjar útstykkingar, og fyri hús, sum kommunan eigur, og selur.

Sostatt kann bústaðarskylda ikki verða lýst á hús og íbúðir, sum longu eru bygd.

Viðgerðin í Rættarnevndini vísir, at hetta er eitt uppskot, sum tey í samgonguni eru samd um.

– Samstundis sum stórur tørvur er á bústøðum, standa túsundtals hús tóm, staðfesta tey.

Tí skal eitt krav um bústaðarskyldu forða fyri, at hús fara at standa tóm, ella bara verða brúkt til frítíðarleigu í grannaløgum, sum ein kommuna annars ætlar sær at útstykkja til bústaðir.

– Hetta er ein liður í ætlanunum hjá samgonguni at bøta munandi um møguleikarnar at seta búgv í landinum, siga umboðini fyri samgonguna í Rættarnevndini.

Tey siga, at tað er staðfest, at hesi seinastu árini er talið á bústøðum, ið bara verða brúkt til at leiga til ferðafólk, nógv økt. Samstundis er tað líkt til, at hús og íbúðir verða keyptar, bara við tí fyri eyga at leiga út til ferðafólk.

– Í summum førum er talan um bústaðir, ið ikki eru hóskandi til fastan bústað, men í fleiri førum kundi talan verið um eitt heim hjá eini barnafamilju, siga tey.