,

Kongshúsið hevur enn stóra undirtøku millum danir

Skrivað

Kristian Waag Dam

Dagfesting

Triði hvør dani ynskir framhaldandi at varðveita kongshúsið. Tað vísir nýggj meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR.

Sambært kanningini ynsktu 75 prosent av teimum spurdu, at varðveita kongshúsið. 14 prosent svaraðu, at kongshúsið skuldi avtakast, meðan 11 prosent svaraðu, at tey ikki vistu, hvat tey skuldu svara.

Spyrt tú Cecillie Nielsen, ið er søgu- og kongshúskorrespondentur hjá DR, so er ta serliga ein orsøk til, at stuðulin til kongshúsið framhaldandi er so mikið stórur.

-Tað er drotning Margrethu at takka. Í 52 ár megnaði hon at røkja leiklutin sum ríkisyvirhøvur ótrúliga væl, segði Cecillie Nielsen við DR.

Áðrenn trónuskifti tann 14. januar í 2024 gjørdi Epinion ein aðra meiningakanning viðvíkjandi undirtøkuni til kongshúsið, tá svaraðu 74 prosent av teimum spurdu, at tey ynsktu at varðveita kongshúsið, meðan 14 prosent svaraðu, at kongshúsið átti at verið avtikið.

Sambært Cecillie Nielsen vísir tann framhaldandi stóra undirtøkan til kongshúsið, at talan hevur verið um eitt væleydnað trónuskifti.

Í 2023 gjørdi Epinion eina aðra kanning viðvíkjandi undirtøkuni til kongshúsið, tá vóru tað eitt vet færri, ið ynsktu at varðveita kongshúsið. 70 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey ynsktu at varðveita kongshúsið, meðan 17 prosent svaraðu, at tey ynsktu at avtaka tað. 13 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey ikki vistu.

Margretha drotning hevur størst undirtøku

Kanningin frá Epinion vísir, at Margretha drotning er tann í kongshúsinum, ið er best umtókt. Sambært kanningini høvdu 88 prosent av teimum spurdu jaligan hugburð til Margrethu drotning.

Tó er kongshjúnini ikki langt aftanfyri Margrethu drotning. Í fylgi kanningini høvdu 85 prosent av teimum spurdu jaligan hugburð til Fríðrik kong og Mary drotning.

Í kvøld skal Fríðrikur kongur halda árligu nýggjársrøðuna fyri fyrstu ferð. Síðan 1972 hevur tað verið Margretha drotning, sum hevur hildið nýggjársrøðuna. Sostatt er tað fyrstu ferð í 52 ár, at eitt annað ríkisyvirhøvd fer at halda nýggjársrøðuna.