Kuldin verður liggjandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veðurstova Føroya boðar frá kava og kulda um vikuskiftið og alla komandi viku.


24 tíma forsøgn

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin, lagt út 2. januar klokkan 6.45.

Frískur vindur upp í strúk norðan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin veskur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind norðan og av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 17 m/s. Í kvøld minkar vindurin niður aftur í frískan vind ella ein strúk í vindi um norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað við kavaælum. Fríggjamorgun og fyrrapartin fríggjadagin frískt lot til frískan vind um norðan, 5 til 10 m/s, framvegis skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.


5 daga forsøgn

Lagt út mikudagin 1. januar 2025, klokkan 11.36.

Fríggjadagur

Minkandi vindur av útnyrðingi, úr frískum vindi upp í strúk, 8 til 13 m/s, á morgni niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s av ymsum ættum á middegi og út á seinnapartin, skýggjað ella hálvskýggjað og kavaæl. Um náttina lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum niður í 5 kuldastig.

Leygardagur

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin úr frostmarkinum niður í 5 kuldastig.

Sunnudagur

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hitin úr 3 stigum undir frostmarkinu upp í 3 stig oman fyri frostmarkið.

Mánadagur

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 stig.