,

Kunngerð tryggjar vernd av sjófuglastovnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur svarað fyrispurningi frá Jórun Pólsdóttir, tingkvinnu, um skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglastovnar.

Hon svarar, at ein kunngerð, sum var lýst fyrr í ár tryggjar vernd av sjófuglastovnum kring Føroyar.

Reglurnar, sum áður bert hava verið galdandi fyri Ramsar-oyggjar, fevna nú um sigling fram við landi, har fuglur heldur til. Kunngerðin ásetur hámarksferð á 8 sjómíl fyri skip og bátar í ávísum økjum frá 15. apríl til 15. august, fyri at minka um órógv av sjófugli í bútíðini.

Margit Stórá sigur, at kunning um veiðipláss hjá sjófugli enn er avmarkað, men kanningar hava víst, at fuglur ofta leitar eftir føði langt úr landi landi. Í hesum sambandi ætlar landsstýriskvinnan at umrøða verju av veiðiøkjum hjá sjófugli við Umhvørvisstovuna.

Einans avmarkað vernd verður í dag givin veiðiplássum uttanfyri 500 metra-markið frá landi, men fyrilit fyri sjófugli er kravt árið runt.