Kunnu flyta niður eftir nærum 70 ár í fremstu røð

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Everton liggur undan dagsins dysti tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna og er tískil í niðurflytingarvanda. Felagið er millum tey siðbundnu feløgini í Premier League og var við til at seta Fótbóltsdeildina á stovn í 1888. Harumframt eigur felagið metið, tí tað hevur verið longst í fremstu deildini (120 ár). Everton hevur altíð verið í bestu deildini undantikið tey fýra kappingarárini 1930-31 og 1951-54. Í 1954 flutti reyða sambýarliðið og arvafíggindin, Liverpool, eisini niður, so teir bláu kundu av álvara fegnast.

Everton hevur vunnið 1. deild (Premier League) níggju ferðir, FA Cup finaluna fimm ferðir, eina Europa Cup fyri steypavinnarar og níggju Charity Shield. Hóast Liverpool er størsti kappingarneyti, so hevur felagið leikt oftast ímóti Aston Villa.

Seinasta glæstriskeiðið hjá Everton var miðskeiðis í 1980-árunum, tá Howard Kendall stjórnaði liðnum. Tá vann felagið meistaraheitið tvær ferðir (í 1984-85 og 1986-87), FA Cuppina í 1984 og ikki minst Europa Cup fyri steypavinnarar í 1985. Everton-fjepparar munnu tískil iðra seg um Heysel vanlukkuna í 1985, sum frátók felagnum at kappast millum tey bestu við ein framúr góðum liði. Seinasta stóra steypið vann Everton í 1995 ímóti Manchester United í FA Cup finaluni.

"Eg spyrji meg sjálvan. Hvar gongur mín leið?" Leiðin gongur til 90´ini umaftur, har Terji Rasmussen fer at syngja sangir, ið vóru at hoyra í 90-unum

Øll trý liðini, sum eru í vanda fyri at flyta niður úr Premier League spæla á heimavølli: Everton tekur ímóti AFC Bournemouth, Leicester ímóti West Ham United og Leeds United ímóti Tottenham Hotspur. Bestu kortini hevur Everton, sum hevur tvey stig fleiri enn hini, men Leicester hevur betri málmun. Endar dysturin hjá Everton við javnleiki og Leicester vinnur, ja, so flytur Everton niður í Championship eftir útivið 70 samanhangandi ár í fremstu deildini.

Allir dystirnir byrja kl. 16.30