Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im taka nú yvir sum eigarar av kvinnublaðnum, Kvinna. Báðar hava arbeitt á Kvinnu í fleiri ár – Tóra sum blaðstjóri og Annika sum journalistur – og ætla nú at menna blaðið víðari sum sjálvstøðugir eigarar. Tað skrivar Kvinna á heimasíðu síni.
– Vit eru spentar upp á framtíðina hjá Kvinnu og síggja hetta sum eitt natúrligt framhald, av tí sterka brandinum, sum Kvinna er, siga tær. Hesar báðar hava við eldhuga og ágrýtni staðið fyri at skapa eitt blað, ið setir dagskrá og gevur føroyskum kvinnum inspirerandi innihald.
Sansir stovnaði Kvinnu fyri 20 árum síðani, og blaðið hevur verið ein ímynd av føroysku kvinnuni.
– Á Sansum eru vit sera góð við Kvinnu, men vit eru vís í, at við Tóru og Anniku sum eigarar, fer Kvinna á eina nýggja og spennandi ferð, sigur Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum.
Framtíðarætlanirnar hjá nýggju eigarunum umfata at styrkja talgildu pallarnar hjá Kvinnu, so sum heimasíðuna, sosialu miðlarnar og poddvarp. Harumframt ætla tær at bjóða marknaðarføringsráðgeving innan tekstframleiðslu, innihald og strategi á sosialum miðlum.
– Hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri okkum og Kvinnu, og vit vilja senda eina stóra tøkk til Sansir, siga Tóra og Annika. Tær ætla, at Kvinna kann halda fram við at vera eitt týðandi blað fyri føroyskar kvinnur og menna seg víðari.