Kyndil hevði tamarhald í triðju FM-finaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin menn, 3. FM-finala
Kyndil – H71 28-23 (17-14)

H71 fylgdi bara við fyrsta korterið í triðju FM-finaluni í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. So fór Kyndil fram um og helt seg framman fyri restina av dystinum.

Eina løtu seint í fyrra hálvleiki, var H71 um at koma aftur í aftur. Men í hálvleikinum førdi Kyndil 18-14, og í seinna hálvleiki megnaði H71 ongantið at seta spenning í dystin aftur.

Kyndilsverjan stóð sera væl í hesum dystinum, og millum annað skoraði Bryan Slyne hjá H71 bara eitt mál allan dystin.

Hjá Kyndli var tað stóri leikarin seinastu tiðina, William Skovsager, stóri málskjúttin við 8 málum, og móti endanum skeyt Tobias Thiesen nøkur týðandi mál fyri at halda leiðsluna.

H71 fekk ikki nógv at rigga í álopinum. Tó skoraði Rókur Ziskason 6 mál og Høgni Heinason 5.

Kyndil hevur nú møguleikan at gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð síðan 2007, tá ið liðini bresta saman í fjórðu finaluni í Hoyvík mikukvøldið klokkan 20.00.



FM-finalur í Burndeildini menn

  • Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
  • Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)
  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 28-23 (17-14)
  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 20:00

Møgulig fimta finala

  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00