Kyndil og H71 spæla tvær hondbóltsfinalur á Hálsi í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting


Bæði menninir og kvinnurnar hjá Kyndli og H71 spæla FM-finalur móti hvørjum øðum í høllini á Hálsi í dag.

Kvinnurnar spæla klokkan 15.30. Hetta er fyrsta finalan av fimm møguligum. Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur verður føroyameistari.

Kyndil, sum vann grundspælið, hevur verið einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti, seinastu tvey kappingarárini, og eru favorittar at vinna. Men unga liðið hjá H71 mennist í hvørjum, so spennandi verður, um tær megna at hótta roynda Kyndilsliðið.


Menninir hjá Kyndil og H71 spæla triðju finaluna í dag, eftir at hava vunnið hvør síni. Liðini eru so mikið jøvn, at tað er vónleyst at gita hvør vinnur.

H71 hevur verið føroyameistari trý ár á rað, nærum hvørja ferð við einum so at siga nýggjum liði. Kyndil hevur ikki verið føroyameistari síðan 2007.


FM-finalur í Burndeildini menn

Úrslit

  • Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
  • Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)

Komandi dystir

  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00
  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 20:00

Møgulig fimta finala

  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00

FM-finalur í Burndeildini kvinnur

Komandi dystir

  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30
  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 17:45
  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30

Møguligar fjórðu og fimtu finalur

  • Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
  • Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00