Laksaprísurin lækkaður munandi seinastu vikurnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Um ársskiftið væntaðu allar tríggjar alifyritøkurnar, sum virka í Føroyum, at prísurin á laksi fór at hækka eftir nýggjár.

Tað gjørdi hann eisini, men síðan er hann fallin aftur, so hann hesar seinastu vikurnar hevur verið munandi lægri, enn hann var hesa tíðina seinastu trý árini.

Laksaprísirnir hava verið óvanliga góðir seinastu trý árini, men alt bendir á, at hetta er vent. Altjóða útboðið av laksi er størri enn tað hevur verið og norska greinarafyriftøkan Contal hevur sagt, at 32 prosent meira av stórum laksi er á marknaðinum í ár enn í fjør.

Tað eru fleiri orsøkir til hetta. Eitt er at Noreg hevur nógv meira fisk, og eitt annað er at fleiri drálaðu við at taka fisk undan jólum og vildu heldur taka eftir nýggjár. Tað ger útboðið munandi størri.

Harafturat kemur eisini meira fiskur á marknaðin úr Skotlandi.

Greinarar vísa eisini á, at tað nú merkist, at brúkarin í Evropa hevur færri pengar millum hendurnar og tí ikki keypir so nógv at dýrum laksi, sum hann hevur gjørt.