Ársaðalfundurin hjá P/F Føroya Banka verður hildin í dag, og nevndin mælir til at lata í alt 350 milliónir krónur í vinningsbýti, harav fær Landskassin fær góðar 120 milliónir krónur.
Tað svarar til 36,46 krónur fyri hvørt partabræv á nominelt 20 krónur. Upphæddin verður fíggjað av tveimum keldum: 217 milliónir krónum, ella 70% av ársúrslitinum í fjør, og 133 milliónir krónum frá serstakari kapitaltillaging. Ársúrslitið í fjør var íalt 310,4 milliónir krónur eftir skatt.
Eisini verður skrásett, at bankin broytir navn til Føroya Banki. Harafturat hevur bankin 17 hjánøvn, har eitt nú BankNordik er millum tey.
Nevndin mælir til, at Tom Ahrenst, Kristian Reinert Davidsen og Marjun Hanusardóttir verða afturvald í nevndina á fundinum.
Ársroknskapurin fyri 2024, fundarskrá og ymisk skjøl eru atgongilig á høvuðsskrivstovu og á heimasíðuni hjá bankanum.
Um uppskotið um vinningsbýti verður samtykt, verður upphæddin flutt á kontu hjá partaeigarum hin 1. apríl.