Tann føroyska loysnin á landsliðnum
Drúgva tilgongdin kring venjaraskiftið hjá A-landsliðnum endaði við loysnini tey flestu ynsktu sær, tá Eyðun Klakkstein og Atli Gregersen tóku við ábyrgdini sum ávíkavist høvðusvenjari og hjálparvenjari.
B36 Varpið hevur bjóðað Eyðun Klakkstein og Atli Gregersen í studio til eitt landsliðsprát. Vit fara sjálvandi at práta eitt sindur um teirra fyrstu dystir í HM undankappingini, sum endaðu við tveimum teprum tapum. Men vit fara eisini at seta fokus á, hvørjar ætlanir teir báðir hava við landsliðnum. Hvørji krøv seta teir til spælararnar? Verða nakrar broytingar í spælistílinum? Og hvussu fara vit at merkja, at tað nú eru føroyingar, sum standa við stýrisvølin á fótbóltsflaggskipi okkara?
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.