Masterútbúgvingin í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið eina virðisløn frá Novo Nordisk Grunninum upp á hálvaaðru millión krónur.
Heiðurin verður latin Ásu Róin, Marin Strøm og Annu Sofíu Veyhe, sum eru lektarar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Grundgevingin fyri heiðurslønina er teirra fakliga dygd og ágrýtni í menningini av útbúgvingini.
Útbúgvingin, sum setur heilsu og trivnað í føroyskum samanhangi í miðdepilin, hevur eisini lyft fakliga stigi á altjóða pallinum. Í samstarvi millum undirvísarar og lesandi eru vísindaligar greinar skrivaðar, og ástøðilig vitan verður brúkt í ítøkiligum verkætlanum um avbjóðingar í føroyska heilsuverkinum.
Virðislønin fer bæði til persónligar upphæddir til lektararnar og til Fróðskaparsetrið at víðarimenna útbúgvingina. Anna Sofía Veyhe, Marin Strøm og Ása Róin hava saman við deildini lagt ætlanir um framhaldandi menning av útbúgvingini.
Magni Mohr, dekanur, sigur, at hetta er eitt týðandi stig fyri føroyska gransking og útbúgvingar innan heilsuvísindi. Hann leggur afturat, at hetta er eitt dømi um, hvat kann røkkast við markaðari fígging til gransking.