

Liðskiparin: Fáa vit aftur brotsspark móti Lettlandi taki eg tað
Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Rúni á Reynatrøð gjørdi við liðskiparan hjá A-landsliðnum, Viljorm í Heiðunum Davidsen eitt samdøgur undan Nations League dystinum móti Lettlandi í Riga. Viljormur skoraði upp á brotsspark seinast móti Norðurmakedonia, og fáa Føroyar brotsspark aftur í annaðkvøld verður tað liðskiparin sum tekur tað, slær Viljormur fast. Mynd: Rúni á Reynatrøð.
