Liljan og Johan við á fundi í fomansskapinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hóast Føroyar ikki er partur av formansskapinum í Norðurlandaráðnum, vóru føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Liljan Weihe og Johan Dahl, við á einum sokallaðum rundborðsfundi í NORDEFCO, sum er stytting fyri verjusamstarv ímillum norðurlendsku londini. Tað skrivar løgtingi.

Tað var fyrstu ferð, at Føroyar vóru við á slíkum fundi, og Johan Dahl nýtti høvið at spyrja svenska ráðharran fyri sivila verju, Carl-Oskar Bohlin, um londini í Atlantshavinum eru við í tilbúgvingarætlanum. Carl-Oskar Bohlin svarað, at hesi økir eru týdningarmikil.

Á evnisfundinum í Norðurlandráðnum á farnu viku, har høvuðsevnið var Meir samanhald – ein nýggj tíð fyri trygd og tilbúgving í Norðurlondum. Har vóru áhugaverdar framløgur, eitt nú frá finska forsetanum, Alexander Stubb, og verjumálaráðharranum, Antti Häkkänen.

Føroysku umboðini vístu eisini á ynskið hjá Føroyum at gerast partur av HAGA-samstarvinum, ið hevur til endamáls at tryggja tilbúgving í Norðurlondum.

Dagføring av Helsingforssáttmálanum var eisini á skrá, og eitt uppskot um at talgild koyrikort kunnu brúkast í øllum Norðurlondum var viðtikið.

Johan Dahl var valdur næstformaður í Miðbólkinum, meðan Liljan Weihe heldur fram í Vinstragrøna bólkinum.