Hvalbiar kommuna hevur samtykt at lýsa Lítla Dímun sum serliga vandamikið økið. Avgerðin er tikin við tilvísing til løgtingslóg um burðadygga ferðavinnu, og byggir á áheitan frá hagastýrinum fyri Lítla Dímun.
Avgerðin kemur í gildið beinanvegin, og frá hesum degi er tað bert loyvt at ferðast í Lítlu Dímun saman við staðkendum fólki.
Lítla Dímun er brattlendi, og tað er ikki forsvarligt hjá fremmandum at ferðast har, uttan at verða fylgd av staðkendum fólki. Hetta fyribyrgir eisini skaða á náttúruna og djóralívið í oynni.
Við avgerðini verður Lítla Dímun stongd fyri allari almennari ferðslu alt árið, uttan saman við staðkendum ferðaleiðara.
Kommunan fer at lýsa avgerðina í bløðunum og við uppslagi á vanligu støðunum í kommununi.