Í januar var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent, sum er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað í fjør. Hetta vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Í januar vóru 318 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 20 færri enn árið fyri. Samstundis vóru 374 persónar raktir av arbeiðsloysi, 36 færri enn í januar árið fyri.
Arbeiðsloysið er serliga minkað hjá kvinnum. Í januar vóru 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, svarandi til eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,2 prosent við 200 fulltíðararbeiðsleysum monnum, á sama støði sum í fjør.
Sandoyar øki hevði lægsta arbeiðsloysið við 0,5 prosentum, sum er 0,9 prosentstig lægri enn í januar í fjør. Hægsta arbeiðsloysið var í Norðstreymoyar øki við 1,3 prosentum.
Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,6 prosentum, tað sama sum árið fyri. Minsta arbeiðsloysið, 0,8 prosent, var hjá teimum 16 til 24 ára gomlu og teimum 45 til 54 ára gomlu. Tann størsta broytingin sæst hjá ungum í aldrinum 16 til 24 ár, har arbeiðsloysið var 0,4 prosentstig lægri í januar í ár samanborið við í fjør.
11,5 prosent av teimum arbeiðsleysu í januar hava verið langtíðararbeiðsleys, tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longri enn eitt ár. Tað svarar til 43 persónar, sum eru tólv fleiri enn í sama mánaði í fjør,