Í summar flyta Tryggingarfelagið Lív og Norðoya Sparikassi inn í nýggjan bygning á Óðinshædd í Havn. Tað boðar Lív frá í tíðindaskrivi.
Bygningurin verður liðugur á sumri 2025 og er í trimum hæddum. Norðoya Sparikassi fer at leiga niðastu hæddina, meðan LÍV leigar ovastu hæddina. Miðhæddin verður ætlað sum skrivstovuhotell fyri smærri feløg og fyritøkur.
Nýggi bygningurin lýkur øll nútíðarkrøv og brúkar varandi orku til upphiting. Hann er bygdur við tilfari, sum krevur lítið viðlíkahald og hevur góð ljós-, luft- og ljóðviðurskifti. Eisini verður arbeitt við møguleikanum at seta sólpanel á takið.
Virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Havn er nógv vaksið, síðan deildin læt upp í 2007. Stjórin, Marner Mortensen, sigur, at nýggi bygningurin fer at nøkta tørvin hjá sparikassanum framyvir og geva kundunum fleiri fíggjarligar tænastur á sama stað.
Lív hevur í nógv ár hildið til í Kopargøtu, men flytur nú í meira tíðarhóskandi høli. Stjórin, Jan Jakobsen, metir, at nýggi bygningurin fer at geva felagnum nýggjar møguleikar og betra um atkomuligheitina.
Skipað verður fyri einari navnakapping til bygningin. Tað verður gjørt fyri at lætta um hjá fólki at finna bygningin og vita, hvat virksemið er har.
