Í gjár hitti Trygvi Absalonsen frá FM1, landsliðsleikaran, Hanus Sørensen, undan dystinum, sum landsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 19.45 niðri í Kekkia.
Teir tosaðu fyrst støðuni í slovenska felagnum, Celje, og Hanus Sørensen segði, at tað gongur væl hjá honum í slovenskum fótbólti, og at honum dámar væl har.
Hann er kom væl upp á pláss, eftir at hann hevði tveir mánaðir at fella til. Tað er nógv trýst á hvønn dyst, og alt annað enn at vinna er ein fiasko.
Hanus sigur, at hann hevur fingið nógva spælitíð, men at kappingini er hørð um plássini.
Hann letur eisini sera væl at góða veðrinum í Slovenia við sól og summar hvønn dag. Men hann heldur, at tað er gott at koma heim til familjuna og landsliðið at venja.
Um landsdystin móti Kekkia sigur Hanus, at teir vita at Kekkia er eitt sterkit lið, sum spælir fysiskt og við nógvum intensiteti.
Hanus vónar, at fyrireikingarnar føra til eitt gott avrik og møguliga til eitt stig ella trý.
Lurta eftir allar samrøðuni niðanfyri: