Árni Gregersen tosaði í tíðindunum í FM1 á middegi við Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, nú Sólvit Nolsø hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur.
Ruth Vang sigur, at hon væntar ikki, at hetta ávirkar samstarvið í flokkinum fram til valið.
Fosturtøkumálið hevur leingi ulmað í flokkinum, og Ruth Vang sigur, at tað var neyðugt at melda greitt út, hóast tað kann kosta flokkinum.
Ruth sigur, at hon veit ikki, hvar tingkvinnan Hanna Jensen stendur í málinum.
Lurta eftir allari samrøðuni við Ruth Vang niðanfyri.