Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini um Løgmanssteypið vóru spældar í gjár.
Stóri dysturin var í Klaksvík, har B36 gav KÍ óvæntaða góða mótstøðu og leingi var at veg víðari við einum máli, sum Pætur Petersen skoraði eitt korter inn í seinna hálvleik.
KÍ legði alt fyri at javna, og tað eydnaðist, tá ið innskifti Dávid Biskopstø Andreasen tríggjar minuttir inni í yvirtíðini sendi eitt flatt skot í málið.
Í umdystinum skoraði hvørgi liðið, og so varð brotssparkskapping. Fyrst brendi Páll Klettskarð fyri KÍ, áðrenn Símun Sólheim og Mattias Hellisdag brendu fyri B36. Jóannes Kalsø Danielsen hjá KÍ setti seinasta brotssparkið í málið, og so var KÍ í hálvfinaluni,
AB úr 1. deild stóð fyri tíð óvæntaða úrslitinum í fjórðingsfinalunum. Argjamenn vunnu á Eiði 3-2 móti EB/Streymi. EB/Streymur var annars frammanfyri 2-0 longu, tá ið eitt korter var spælt. Jens Erik Bruhn og Boubacar Dabo skutu málini. Rógvi Skálá minkaði beinanvegin til 2-1, og í seinna hálvleiki javnaði Tóki Næss Rasmussen, og seks minuttir fyri tíð skoraði Fróði Pætursson Rasmussen sigursmálið fyri AB.
Víkingur vann 2-1 móti Skála. Jørgen Nielsen legði Víking fram um, men Martin Johansen javnaði fyri Skála. Tá ið ein tími var spældur legði Poul Kalsberg Víking fram um, og hóast Skála hevði onkra góða roynd móti málinum hjá Víkingi, so var tað nóg mikið til at senda Víking víðari í hálvfinaluna.
Á Sandi gjørdi B68 skjótt av móti B71. Toftamenn førdu longu 4-0, tá ið hálvur tími var spældur. Martin Klein og Hanus Højgaard løgdu fyri, áðenn Jóhan Josephsen skoraðu tvær ferðir. Í seinna hálvleiki minkaði Thierno Seydou Doucoure hjá B71 til 4-1, áðrenn Djóni Samuelsen við brossparki og Emanuel Mawuena Junior Kulego gjørdi tað til 6-1. Erlendur Háfoss og Julian Frankiesson minkaðu seint í dystinum til úrslitið 6-3.
Í fjórðingsfinalunum spælir KÍ móti AB og B68 móti Víkingi. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. ella 21. mai, og tær seinnu 18. ella 19. juni. Finalan verður 31. oktobur á Tórsvølli.
Mynd: AB