Tríggir limir í skotska parlamentinum vóru fyrrdagin á vitjan í Løgtinginum.
Talan er um Liam McArthur, næstformann í skotska formansskapinum, Audrey Nicoll, forkvinnu í nevndini fyri revsirætt og Rhoda Grant, lim í nevndini fyri viðurskifti um bygdir og oyggjar.
Tey vóru komin til Føroya at kunna seg um føroysk viðurskifti.
Tey trý vitjaðu eitt nú í Vinnunevndini, har tey umrøddu felags áhugamál í vinnuligum høpi. Fyri bæði Føroyar og Skotland hava alivinnan og ferðavinnan nógv at siga. Harvið hava londini eisini fleiri av teimum somu áhugamálum og avbjóðingum innan hesi øki.
Vitjanin í Rættarnevndini snúði seg í stóran mun um felags áhugamál innan málsøkið, ið Rættarnevndin varðar av. Eitt nú viðurskifti kring endurmenning, lógarbrot og bústaðarviðurskifti.
Á vitjanini í Løgtinginum bjóðaðu løgtingsforkvinnan og næstformaðurin eisini gestunum til miðmála. Her nýttu tey høvið, at greiða frá parlamentariska arbeiðinum hjá báðum londum.
Skotsku gestirnir vóru eisini á gátt hjá Ítróttarsambandi Føroya, Visit Faroe Islands, SEV og Føroya Tele.

