Ein nýggj frágreiðing, sprottin úr verkætlanini NorValue (Sustainable value chains in Nordic coastal communities, 2021-2024), er nú almannakunngjørd. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu síni.
Frágreiðingin, sum hevur heitið Open local communities in the Nordic Atlantic, er ritstjórnað av Gesti Hovgaard og Jørgen Ole Bærenholdt og kannar ymisk samfelagsviðurskifti í átta lokalsamfeløgum í útnorðri.
Granskingarverkætlanin fevnir um Nanortalik og Narsaq í Grønlandi, Siglufjørð og Ólafsfjørð í Íslandi, Vág og Tvøroyri í Føroyum, og Lurøy og Vega í Noregi. Hesi lokalsamfeløg hava upplivað stórar broytingar í fólkasamanseting, samleika, arbeiðsmarknaði, bústaðarmarknaði og vinnulívi seinastu 20 árini. Tey hava flutt seg frá at vera dominerað av fiskivinnu til meira fjølbroyttar vinnugreinar, sum ferðavinnu.
Fleiri av lokalsamfeløgunum í kanningini hava ment ferðavinnuna sum eitt nýtt búskaparligt bein at standa á. Vaksandi tilflyting úr fremmandum londum og fleiri hús, sum verða brúkt sum frítíðarbústaðir, eru eisini eyðkenni í hesum økjum.
Føroyska íkastið til frágreiðingina er kapittul fýra, Value chains and open communities: Vágur and Tvøroyri in the Faroes, skrivað av Gesti Hovgaard, Firouz Gaini og Ragnheiður Bogadóttir.
Verkætlanin varð stuðlað av Grønlendska Heimastýrinum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.