Løn undir útbúgving og stigvís avtøka av uttanlandsfrádráttinum í Tinginum í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tingfundur er í dag klokkan 13.

Á skránni er millum annað 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at heilsuhjálpararar, heilsurøktarar og námsfrøðiligir hjálpararar skulu fáa løn undir útbúgving. Uppskotið skal gera tað møguligt hjá næmingum á Heilsuskúla Føroya at taka útbúgving við løn, har arbeiðsgevarar rinda løn og fáa endurgjald.

Eisini er 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg, so at uttanlandsfrádrátturin verður stigvíst minkaður í staðin fyri at verða avtikin í einum.


Dagsskráin, týsdagur, 22. apríl 2025, kl. 13:00

  • 3. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin) (Broyta ásetingar um rúsevnakoyring, fallhjálm á tríhjólaðari motorsúkklu, avgreiðsla av málum uttan rættarsókn og skiftisreglur).
  • 3. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Fylgibroyting orsakað av at toll- og vøruskráin verður dagførd).
  • 3. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Fylgibroytingar orsakað av dagførdari toll- og vøruskrá).
  • 3. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Dagføring av toll- og vøruskránni).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving (Løn undir útbúgving og útbúgvingarlongd).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avtøka av stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skiftisregla fyri uttanlandsfrádrátt).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin) (Lægri skattaprosent fyri vanliga kolvetnisinntøku).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skatting av húsaleigu).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja tíðarskeiðið fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum).
  • 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Vektgjald fyri allar persónbilar).
  • 2. viðgerð av uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov om nordisk samarbejde (Valg af 16 suppleanter til Nordisk Råds danske delegation).
  • 2. viðgerð av uppskoti til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2024 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2024.
  • 2. viðgerð av uppskoti til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2024.
  • Framløga.