Sera lovandi alpinski skíðúrmælingurin hjá kvinnum, Margot Simond, sum varð mett at vera heilt stóra framtíðarvónin hjá Fraklandi í alpinskari skíðing, doyði hóskvøldið í einari vanlukku undir venjing í Val d’Isère. Hon var bert 18 ára gomul. Tað boðar franska skíðsambandið frá.
Sambært franska skíðsambandinum fekk hon fyrstuhjálp á staðnum, men lívið var ikki til at bjarga.
Simond gjørdist franskur ungdómsmeistari í slalom í farna mánaði og skuldi verða við í einum framsýningartiltaki hjá olympiska vinnaranum, Clément Noël, í vikuskiftinum. Tiltakið er avlýst orsakað av vanlukkuni.
Allur franski skíðheimurin er í sorg, og skíðsambandið hevur lovað at stuðla familjuni hjá Simond í hesi torføru tíð.
Umstøðurnar kring vanlukkuna verða kannaðar av fronskum myndugleikum.