Lutakast um 400 atgongumerki til landsdystin í hondbólti

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í morgun fór heimasíðan, atgongumerki.fo, í svart, tá ið atgongumerki til manslandsdystin í hondbólti millum Føroyar og Ukraina vóru sett til sølu.

Nú boðar Hondbóltssambandið frá, at skipað verður fyri lutakasti um tey 400 atgongumerkini, sum eru eftir at selja.

Fólk kunnu skriva seg upp til lutakastið á einum leinki, sum verður tøkt seinni í dag. Freistin at skriva seg upp er mándagin klokkan 10.00. Møguleiki verður at skriva seg upp til í mesta lagi tvey atgongumerki.

Hondbóltssambandið harmast, at atgongumerkjaskipanin til manslandsdystin Føroyar – Ukraina ikki megnaði at handfara stóra eftirspurningin í morgun og fór niður.

Stóri áhugin gjørdi, at skipanin fóru niður eftir fáar minuttir. Nógv keyp vóru tó avgreidd, og hesi atgongumerki eru enn galdandi.

Er peninginur trektur av kortinum og atgongumerki ikki móttikin á telduposti, verða fólk biðin um at senda ein teldupost til hsf@hsf.fo.