Maðurin handan undrið í Istanbul fyllir 65 ár

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 16. apríl 1960 var Rafael Benítez Maudes føddur í Madrid. Fótbóltsspælið fekk hann inn við móðurmjólkini, tí mamman helt við Real Madrid, meðan pápin helt við Atlético de Madrid.

Hann var ein miðvallarleikari og spældi ungdómsfótbólt fyri 3. Liðið hjá Real Madrid, Real Madrid Aficionados. Hann byrjaði at spæla vaksnamannafótbólt í 1974, tá hann slapp uppí eykaliðið hjá Real, Real Madrid Castilla C.F, har hann spældi frá 1974 til 1981 og skoraði 73 mál í 247 dystum. Hann spældi síðani við sponsku liðunum A.D. Parla (1981-85; 124 dystir og 28 mál) og C.D. Linares (1985-86; 34 dystir og 17 mál) áðrenn skaðar noyddu hann at steðga fótbóltslívsleiðini; bert 26 ára gamal.

Benítez helt tó fram at virka í fótbóltsspælinum, og kom í venjaratoymið hjá Real Madrid frá 1986 til 1994, har hann fyrst var venjari hjá eykaliðunum, áðrenn hann gjørdist hjálparvenjari á besta liðnum. Eftir kappingarárið 1993-94 fór hann úr Real fyri at gerast venjari hjá Real Valladolid í La Liga, men varð koyrdur eftir bert at hava vunnið tveir av  fyrstu 23 dystunum sum venjari. Hann flutti síðani til C.A. Osasuna í næstbestu deildini, men varð aftur koyrdur eftir bert at hava vunnið ein sigur í fyrstu níggju dystunum. Tað var í Osasuna, at Benítez møtti kropsliga venjaranum “Pako” Ayestarán, sum síðani gjørdist hansara trúfasti hjálparvenjari.

Eydnan hjá Benítez vendi tó skjótt, tí hann leiddi bæði C.F. Extremadura (1997-98) og C.D. Tenerife (2000-01) til uppflyting í La Liga. Í 2001 skifti hann til Valencia C.F., har hann vann La Liga tvær ferðir (í 2002 og 2004) og UEFA Cuppina (í 2004).

Hóast Valencia vann tvey steyp í 2004, segði Benítez seg úr starvi hjá Valencia orsakað av ósemjum við ítróttarstjóran og flutti til Liverpool til kappingarárið 2004-05.har fekk hann góð úrslit beinanvegin, tá Liverpool vann sera minniligan UEFA Champions League sigur á italska AC Milan í 2005, og stutt eftir FA Cup steypið í 2006 ímóti West Ham United.

Serliga sigurin í UEFA Champions League gjørdist søguligur, tá Liverpool var 0-3 afturút í hálvleikssteðginum, men javnaði upp á 6 minuttir í seinna hálvleiki fyri síðani at vinna 3-2 eftir brotssparkskapping. FA Cup sigurin í 2006 gjørdist nærum eins spennandi, tá Liverpool var afturút 0-2 og 2-3 í longdu leiktíðini, men kortini javnaði Steven Gerrard og Liverpool vann 3-1 í brotssparkskappingini.

Undir kappingarárinum 2007-08 ridlaði sætið undir Rafael Benítez, sum kortini endaði við at leingja við Liverpool, hóast áhaldandi søgur settu hann í samband við gamla felagið Real Madrid. Tað kom fram, at Liverpool hevði bjóðað Jürgen Klinsmann starvið, men banahøggið mundi vera, tá “Pako” Ayestarán takkaði fyri seg í septembur 2007. Tað eydnaðist kortini enn einaferð Benítez at koma afturíaftur, tá Liverpool í kappingarárinum 2008-09 endaði tveyari, har liðið vann minniligar sigrar á Manchester United (4-1) og Real Madrid (4-0)

Rafael Benítez, sum tosar flótandi spanskt, enskt, franskt og italskt stjórnaði síðani Inter Milan, Chelsea (fyribils felagsstjóri), Napoli, Real Madrid, Newcastle United, Dalian Professional, Everton og Celta Vigo.