Magnus Carlsen er við aftur í HM í snartalvi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

34 ára gamli norðmaðurin Magnus Carlsen hevur gjørt av, at fara við aftur í HM í snartalvi. Tí boðar hann frá á YouTube-rásini Take.Take.Take.

– Eg fari at spæla minst ein dag afturat her í New York, og um tað gongur væl, spæli eg eisini dagin eftir, sigur Magnus Carlsen.

Hann hevði upprunaliga ætlað sær at fara heim, tá ið hann varð útihýstur úr níggjanda umfari í HM í kviktalvi, tí hann telvaði í kovboybuksum, hóast hann hevði fingið ávaring og var biðin at skifta í aðrar buksu. Eftir at hava tosað við forsetan í altjóða talvsamgonguni FIDE í dag, gjørdi hann av at verða verandi.

Magnus Carlsen hevur verið sera atfinningarsamur móti FIDE og hevur hildi fast í staðið fast í sínum atfinningum móti talvsamgonguni. Hann sigur, at tað ikki var pláss fyri at tosa við FIDE, men kortini er hann til til reiðar at tevla snartalv.

Varaforsetin í FIDE, Jøran Aulin-Jansson, váttar, at tað hevur verið fundur millum partarnar.

Magnus Carlsen hevur vunnið HM í snartalvi og kviktalvi tvey ár á rað. 18 ára gamli Volodar Murzin úr Russlandi vann gullið í kviktalvi leygardagin.